Bretskt herskip slapp ikki í havn

Myndugleikarnir í Brasil hava noktað bretska herskipinum HMS Clyde at koma í havn har.

HMS Clyde er vaktarskip við Falklandsoyggjarnar og bað um at sleppa í Brasil í síðstu viku.

Men Brasil styðjar kravið hjá Argentina um ræðisrætt yvir Falklandsoyggjunum, og fyri at leggja dent á stuðulin noktaðu brasilsku myndugleikarnir skipinum at koma í havn.

Argentína og Bretland hava í mong ár stríðst um ræðið yvir Falklandsoyggjunum. Í 1982 hersetti Argentina oyggjarnar, men bretar tóku tær aftur. Tað fekk kortini ikki Argentina at sleppa sínum kravi.

Umleið 3.000 fólk búgva í Falklandsoyggjunum, og 90 prosent eru bretar ella fólk av bretskari ætt.