Bretskir trolarar og sjómenn skuldu verða við í stríðnum ímóti russum, um russar undir kalda krígnum ætlaðu at gera innrás í Bretlandi.Tað vísa skjøl úr bretska ríkissavninum Í 1978 legði Bretlandi nýggjar ætlanir um verju ímóti innrás úr eystri, og ein partur av hesum ætlanum var bretski trolaraflotin. Ein orsøk til hetta var, at samstundis sum Sovjetsamveldið brúkti nógvar pengar til hernaðarliga endamál, stóð einki til við bretsku verjuni, sum var hildin í stuttum fíggjarligum snóri.
Bretar manglaðu millum annað minu-ruddarar á havinum, og tað var í hesum sambandi, at trolarar komu inn í myndina. Ætlanin var, at í einari krígsstøðu skuldu bretskir trolarar fáa minu-ruddaraútgerð umborð og so fara á krígsferð.
- Hetta vísir, hvussu illa fyri bretska hernaðarverjan var. Bretar høvdu bara rakettir til einar tríggjar dagar av kríggi, og høvdu fólk vita, hvussu illa tað stóð til, so høvdu tey helst verið meira stúrin, enn tey vóru, sigur Mark Dunton, søgufrøðingur, við BBC.
Hann sigur, at bretar settu stór álit á NATO-limaskapin, og at samstarv við onnur lond skuldi bjarga bretum í møgligari krígsstøðu. So langt koma tað ongantíð - og trolararnir vóru ongantíð noyddir at umleggja til minurudding.