Bretskir muslimar álopnir

Talið á meldaðum álopum á muslimar í Bretlandi er vaksið úr nøkrum heilt fáum upp í 150 eftir nøkrum fáum døgum, sigur felagsskapurin, Faith Matters, sum arbeiðir ímóti víðgongdum trúarvirksemi.

Tað tykist, sum hevur tað koyrt undir anti-muslimskt rák í Bretlandi, at tveir islamistar mikudagin á opnari gøtu í London (myndin) myrdu 25 ára gamla hermannin, Lee Rigby.

– Nøkur av álopunum á muslimar eru sera viðgongd og ógvuliga væl umhugsað, sigur eitt umboð fyri Faith Matters, ið sigur tað vera ørkymlandi, at tíðindi um ágang ímóti muslimum koma úr øllum landinum.

Tað vóru ein 22 ára og ein 28 ára gamal, ið myrdu hermannin, og síðani hevur bretska politiið tikið tríggjar mans aftrat, sum eru 21, 24 og 28 ára gamlir. Fatanin er, at talan er um eitt morð, framt av víðgongdum muslimum.