Bretskir miðlar við misvísandi grein um grindadráp

Heimskendir miðlar hava í dag eina grein um grindadráp, sum fær nógvar afturmeldingar

Fleiri stórir og virdir bretskir miðlar skriva í dag um grindadráp í Føroyum. Tilfarið til greinina tykist koma frá Trianglenews, sum er ein tíðindastova, sum selir innsendar søgur víðari. Greinin stendur m.a. at lesa á BBCthe SunLADbibleNews og fleiri øðrum bretskum miðlum.  

 

Greinin hevur vakt stóran ans á sosialu miðlunum, og sum vanligt er, tá útlendskir miðlar skriva um grindadráp, eru reaktiónirnar ógvusligar.

 

Í greinini stendur at lesa, at grindadráp hvørt ár savnar stórar fjøldir, har børn upp til fimm ár verða innblandað í brutalitetin.

 

Journalisturin hevur eina samrøðu við ein ungan lesandi í Bretlandi, sum var hjástaddur, tá grindadráp var í Sandavági í síðsta mánað. Tann lesandi var skelkaður av at síggja drápið og fortelur um ræðuligu upplivingina.

 

At brúka eitt ferðafólk, sum einki kennir til grindadráp annað enn sína egnu fyrstu fatan, vísir, at journalisturin ikki hevur gjørt nógv research arbeiði til greinina, sum er deild 42.000 ferðir á heimskendu skemtisíðuni, LADbible. 

 

Nógvar viðmerkingar eru til greinarnar, og hetta eru tær typisku viðmerkingarnar um, at grindadráp skal steðgast, og at føroyingar eru barbarar. Millum viðmerkjararnar eru eisini fleiri, sum forsvara grindadrápinum og royna at vísa til fakta, men hesar viðmerkingarnar tykjast drukna í nógvu illu og áleypandi viðmerkingunum.