Bretskir kavarar heiður fyri at bjarga dreingjum úr helli

Sjey bretskir undirvatnsserfrøðingar hava fingið heiður fyri at vera við í bjarging í Teilandi.

 

Sjey bretskir kavarar, sum í summar hjálptu við at bjarta 12 teilendskum dreingjum úr einum helli, vórðu í gjár heiðraðir í Bretlandi.

 

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

 

Fýra av teimum sjey kavarunum vóru heiðraðir fyri teirra serliga dirvi, meðan tríggir fingu bretska ordanin »Most Excellent Order of the British Empire (MBE)«.

 

Ein av kavarunum er Vernon Unsworth.

 

– Hetta var eitt liðavrik. Eg eri ógvuliga errin av viðurkenningini, sigur hann.

 

Richard Stanton og John Valonthen vóru teir, sum fyrstir rukku fram til teir 12 dreingirnar og venjara teirra. Teir fingu báðir landsins næsthægsta borgarliga reystleikaheiðursmerki.

 

Teilendska fótbóltsliðið hvarv tann 23. juni í ár, eftir at vera farið inn í eitt stórt helli í Norðurteilandi. Áarførið og hækkandi vatnstøðan noyddi teir at fara undan vatninum longur inn í hellið.

 

Níggju dagar seinni funnu kavararnir teir, men ikki fyrr enn 17 dagar vóru teir úti aftur.

 

Ein teilendskur kavari doyði, tá hann var við í arbeiðinum at fáa iltfløskur inn í gongirnar í hellinum.

 

Fleiri kavarar vóru eisini í vanda, júst sum bjargingarroyndin var um at vera liðug. Kavarar frá teilendska flotanum greiddu seinni frá, at teir vóru í stórum vanda fyri ikki at sleppa útaftur eftir bjargingina.

 

Tað var tí, at tann stóra pumpuskipanin, sum í nógvar dagar hevði pumpað nógvar milliónir litrar av vatnið úr hellinum, sveik, beint sum fótbóltsliðið var komið út.

 

Eftir bjargingina vórðu allir teir 13 dreingirnir innlagdir til kanningar á einum sjúkrahúsi.

 

Í oktober vitjaðu dreingirnir kenda amerikanska talkshowið The Ellen DeGeneres Show.

 

Har vórðu dreingirnir, sum tá vóru millum 11 og 16 ár, tiknir á bóli av stóru stjørnu teirra, svensku fótbóltsstjørnuni, Slatan Ibrahimovic, sum gav teimum gávur.

 

/ritzau/