Skjøl, sum felagsskapurin Wikileaks hevur almannakunngjørt, benda á, at bretskir hermenn skutu eina átta ára gamla smágentu, sum spældi við nakrar vinkonur í irakska býnum Basra í 2003.
Á einum tíðindafundi í gjár bleiv tilburðurin í 2003 umrøddur. Tað var rættiliga ófriðarligt í Basra um tað mundið, og teir bretsku hermenninir plagdu at geva børnunum góðgæti fyri at vinna teirra álit.
-Av einari ella aðrari óskiljandi orsøk steðgaði bilurin hjá hermonnunum við endan á vegnum. Ein av hermonnunum fór út, tók byrsuna og skeyt ta átta ára gomlu gentuna, segði Phil Shiner, sakførari í mannarættindum, á tíðindafundinum.
Hann hevur fleiri ferðir biðið bretsku herleiðsluna um upplýsingar um tilburðin, men enn hevur hann ikki fingið nakra frágreiðing.
Eygleiðarar halda, at Phil Shiner sipar til ein tilburð, tá tann átta ára gamla gentan Hanan Saleh Matrud blev varð skotin uttan fyri heim sítt í Basra tann 21. august í 2003.










