Bretskir hermenn skulu verja Estland

800 bretskir hermenn skulu til Estlands at verða ein verja fyri eini øktum russiskum áhuga í tí baltiska økinum.

 

Teir fyrstu 120 eru longu komnir til Estlands.

 

Tað skrivar BBC í dag.

 

NATO hevur samtykt at verja eystara markið hjá sær betur, serliga í kjalarvørrinum av ófriðinum í Ukreina, har Russland hertók ein part av eystara Ukreina. Serliga Estland var tá hvassorða móti Russlandi og tí hevur NATO gjørt av økja um verjuna við markið móti Russlandi. Tað sama verður gjørt í Lettlandi, Litava og Pólandi.

 

NATO sigur, at endamáið er ikki loypa á Russland, men einans at verja síni egnu limalond.

 

Russland, harafturímóti, sær átakið sum eina hóttan móti Russlandi.

 

Estland segði í 2015, at stjórnin í landinum hevur ætlanir um at byggja ein múr á markinum til Russlands.