Bretskir hermenn úr Afghanistan

Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, segði í parlamentinum í dag, at Bretland fer at taka 426 hermenn úr Afghanistan innan 1. februar næsta ár, og at 500 afturat koma heim innan árslok 2012. Gongst, sum ætlað, fara teir seinastu bretsku hermenninir úr Afghanistan í 2014.

David Cameron segði, at tær afghansku trygdardeildirnar hava ment seg nógv ta seinastu tíðina, og at tær tí eru betur førar fyri at átaka sær uppgávur, sum teir útlendsku hermenninir røkja nú.

Bretski forsætisráðharrin hevur júst verið í Afghanistan. Har hitti hann bretskar hermenn og Hamid Karzai, forseta.