Bretskir hermenn myrdu fanga

Í Bretlandi hevur ein almenn kanning staðfest, at í 2003 fóru nakrir bretskir hermenn fóru illa við einum starvsmanni á einum hotelli í irakska býnum Basra, at hann doyði av løstunum. Bretska verjumálaráðið stendur eisini fyri skotum í kanningini, tí ráðið hevði ongar reglur um, at hermenn skuldu virða mannarættindini, tá teir høvdu fólk til avhoyringar.

Teir bretsku hermenninir smoygdu eina hettu niður yvir høvdið á tí 26 ára gamli Baha Moussa. Síðani varð hann sligin og illa viðfarin á annan hátt. Moussa, sum átti tvey børn, doyði tveir dagar seinni av løstunum. Eitt nú hevði hann brotið nøsina og nøkur riv.

Í 2006 vórðu sjey hermenn ákærdir fyri dráp. Seks teirra vórðu fríkendir, og tann sjeyndi varð dømdur eitt árs fongsul.

Bretski verjumálaráðharrin, Liam Fox, segði í dag, at tilburðurin í Basra í 2003 var skelkandi og skammiligur, sum hann málbar seg. David Cameron, forsætisráðharri, var eisini skelkaður og segði, at slíkt má ikki henda aftur.