Bretskir hermenn í Libya

Bretska blaðið Daily Telegraph skrivar í dag, at hermenn úr teirri servandu SAS-deildini hjá bretska herinum hava verið í Libya í fleiri vikur, har teir hava hjálpt uppreistrarmonnunum at fella stýrið hjá Muammar Gaddafi. Daily Telegraph sigur seg hava tíðindini frá verjukeldum.

Í morgun váttaði bretski verjumálaráðharrin, Liam Fox, fyri Sky News, at NATO hjálpir uppreistrarmonnunum í Libya við upplýsingum og øðrum stuðuli. Sambært tíðindastovuni NTB vildi Fox ikki svara, tá hann bleiv spurdur, um servandir bretskir hermenn eru í Libya. Daily Telegraph skrivar, at teir bretsku hermenninir eru í arabiskum klæðum, og at teir hava somu vápn sum uppreistrarmenninir.

Sambært keldum blaðsins er tað David Cameron, forsætisráðharri, sum hevur givið boð um at senda teir servandu hermenninar til Libya. Lagt verður afturat, at nú hava hermenninir eisini fingið boð um at leita eftir Muammar Gaddafi.