Seks starvsfólk á bretsku sendistovuni í Teheran, sum vórðu burturflutt fyrr í dag, vórðu seinnapartin latin leys. Tað skrivar tíðindastovan Reuters úr iranska høvuðsstaðnum.
Iransku myndugleikarnir siga, at tað vóru mótmælisfólk, sum tóku teir seks bretarnar, og tíðindastovurnar skirva, at bardagar hava verið millum løgregluna og mótmælisfólk, sum hava lopið á bretska sendistovuøkið í Teheran.
Fyrr í dag bóru iransku fjølmiðlarnir ymisk tíðindi um teir bretsku diplomatarnar. Fyrst segði tann hálvalmenna tíðindastovan Mehr, at tey seks vórðu tikin gíslar, men tey tíðindini vórðu seinni tikin aftur.