Bretskir fjølmiðlar vitja í Føroyum


Hesar seinastu dagarnar hava bretsk fjølmiðlafólk vitja í Føroyum. Hesi eru boðin til Føroya av føroysku ferðavinnuni, og eftir ætlan skulu tey síðani skrivað um Føroyar í teirra heimlandi


 

Hóast summarið er byrjað at halla, so stevna ferðafólk framvegis til Føroya. Millum hesi ferðafólk er hesar dagar eisini ein bólkur ein bólkur av fjølmiðlafólkum, sum eru komin til Føroya í arbeiðsørindum.

Talan er um ein bólk av fjølmiðlafólkum, sum umboða ymisk bretsk bløð. Millum umboðaðu bløðini á hesari vitjanini teljast so stór bløð sum ?The Mirror? og ?Evening Standard?. Eisini er eitt umboð fyri blaðið Metro við á túrinum. Metro er eitt rættiliga kent blað, sum fæst ókeypis á flestu undirgrundarjarnbreytarstøðunum í London og aðrastaðni eisini. Eisini er ein sokallaður freelance journalistur við á ferðini.

Skráin hjá teimum fevnir rættiliga víða. Tey havi verið ymsastaðni í Føroyum.Síðani tey komu, mikudagin, hava tey verið í Vestmanna, við Gjógv, ì Havn og í Vágunum. Ferðalagið fer av landinum seinnapartin í dag.


Herferð

Tað er Ferðaráð Føroya, sum saman við Smyril og Atlantic Airways hevur skipað fyri vitjanini. Vitjanin er í sambandi við eina herferð í Onglandi, sum hevur til endamáls at fáa fleiri bretsk ferðandi til Føroya. Herferðin fór av bakkastokki í vár. Hetta er serliga gjørt í sambandi við, at Atlantsflog nú er farið undir regluliga rutu til London.

Tað, at útlendsk fjølmiðlafólk vitja, er ikki nakað sjálvsamt í Føroyum. Av Ferðaráðnum verður upplýst, at tey gera vanligt ein pressutúr um árið, men tað javnan eisini koma fjølmiðlafólk av sínum eintingum til Føroya.

Hóast tað eru Atlantsflog og Smyril Line, sum skipa fyri, so merkir hetta ikki, at fjølmiðlafólkini bert hjá hesum báðum. Farið verður, sum áður nevnt, ymstaðni runt í Føroyum við teimum.

Tá Sosialurin fangaði tey, vóru tey á veg út í Tinganes ein túr, men eftir ætlan stóð eingin politikari á skránni. Eisini hevur onkur teirra hugt at fótbólti í Føroyum, soleiðis at eisini aðrir partar av føroysku mentanini fáa eitt sindur av umtala.


Umtala

Vitjanin hjá fjølmiðlafólkunum í Føroyum er partur av hesari góðu herferð. Spurningurin er so bara, hvat fær tann føroyska ferðavinnan burturúr?

Av Ferðaráðnum verður upplýst, at tey fyrst og fremst hava tryggja sær umtalu við at bjóða fjølmiðlafólkunum henda vegin. Fleiri av bløðunum havi bundið seg til at skriva eitt sindur um Føroyar, men í hvussu stóran hetta verður gjørt er so upp til tann einstaka blaðið.

Ferðaráðið metir eisini hetta sum ein kærkomnan og ikki alt ov kostnaðarmiklan møguleika fyri at marknaðarføra Føroyar.

Á Ferðaráðnum hava tey upplivað, at fólk hava vent sær til teirra, eftir at tey hava sæð eina grein í onkrum blaði. Áhugin millum fjølmiðlafólk er eisin stórur í ár. Størsta ávirkan verður tó mestir óbeinleiðis, tá fólk síggja greinir um Føroya, so økir hetta óivað um teirra hug at ferðast til oyggjarnar í Norðuratlantshavi.