Vitjan
Hetta er teirra fyrsta vitjan her, síðani sendiharrin tók við starvinum 8. september í fjør. Sendiharrahjúnini fara at brúka leygardagin og sunnudagin at síggja Føroyar. Mánadagin verður høvi at hitta fólk, eitt nú eisini løgmann. Seinnapartin mánadagin verður so høvi hjá sendiharrahjúnunum at hitta bretskar vinir, og í hesum sambandi verður skipað fyri móttøku í Listaskálanum millum klokkan 16 og 18.
Hvør er so hesin góði maður! Hann er føddur í 1947 og var útbúgvin við Cheltenham College og University College Oxford. Hann fór at arbeiða í bretska uttanríkisráðnum í 1969. Aftaná at hava verið á Norðuramerika kóntórinum í eitt ár las hann persiskt, áðrenn hann kom at arbeiða á sendistovuni í Teheran í 1971. Frá 1980 arbeiddi hann á politisku deildini á sendistovuni í Zimbabwe til hann so fór aftur til London árið eftir at arbeiða við sjómálum, flogferðslu og umhvørvi í uttanríkisráðnum.
Seinni kom hann at arbeiða í Bruxelles sum fyrsti skrivari á bretsku umboðsstovuni í ES. Har var hann í fimm ár, áðrenn hann vendi aftur til Iran í 89. Eitt skifti var hann so eisini á sendistovuni í Washington og leiðari fyri bretsku informatiónstænastuni í New York. Eftir at hava verið í USA í fýra ár vendi hann aftur til uttanríkisráðið í London sum leiðari av miðeysturskrivstovuni. Seinni vendi hann so aftur til Iran, har hann eitt skifti var sendiharri. Í 1999 varð Nick Browne tillutaður heiðursmedaljuna Commander of St. Michael&St. George. Í 2002 gjørdist hann riddari við heitinum Knight of the British Empire. Hann tók so við sum sendiharri í Danmark í fjør. Sir Nicholas er giftur við Diana, Lady Brown. Tey eiga tveir synir og tvær døtrar.