Bretski høvudnurin Fay Weldon er deyð – 91 ára gomul.
Tað upplýsir sonur hennara, Dan Weldon, fyri The Guardian.
Fay Weldon gav út fyrstu skaldsøguna »The Fat Woman's Joke«í 1967, og tað var startsskotið til eina blómandi yrkisleið.
Hon er millum hann kend fyri bókina »The Life and Loves of a She-Devil«, sum snýr seg um hevnd hjá eini kvinnu ímóti einum ótrúgvum manni.
Bókin varð gjørd til film við millum annað hollywood-stjørnuni Meryl Streep í høvuðsleiklutinum. Tað var við til at seta dám á kvinnubókmenir í áttatiárunum og frameftir. Í 2017 fekk skaldsøgan eitt framhald í bókini »Death of a She Devil«.
Fay Weldon hevur hevur gjøgnum longu yrkisleið sína latið úr honum fleiri ferk – bæði bøkur, stuttsøgur og sjónvarpsrøðir – um lívið í Bretlandi.
Tað snýr seg til dømis um leikrit til fyrsta partin av røðini »Upstairs, Downstairs«, sum upprunaliga varð send í bretsku sjónvarpsrásini ITV fyrst í 1970'unum.
Gjøgnum rithøvundavirksemi sítt er Fay Weldon fleiri ferðir heiðrað fyri arbeiðið sítt. Hon fekk eitt nú PEN/Macmillan Silver Pen-virðislønina í 1996.
Fay Weldon er fødd í Bretlandi, men vaksupp í New Zealandi. Sum ungur tannáringur flutti hon saman við mammuni, sum eisini skrivaði skaldsøgur, aftur til Onglands eftir at foreldrini fóru frá hvørjum øðrum.
Síaðni for hon at lesa sálarfrøði og búskap á høgt virda lærda háskúlanum St Andrew’s í Skotlandi.
Hon gavst tó við lestrinum, tá hon vendi aftur til London fyriat eiga son sín.
Sutt eftri var hon eitt skifti gift við einum 25 ár eldri lærara.
Fyri at klára at forsyrga sær sjálvari og soninum fór hon at arbeiða í lýsingavinnuni.
Seinni giftist hon jazztónleikaranum, Ronald Weldon, sum doyði av hjartatilburði sama dag, sum tey vóru skilt í 1994, skrivar The Guardian.
/ritzau/