Bretski herurin leitar eftir ungdómi

- landi hevur tørv á tær og tínum serligu ungdómsligu eginleikum.

Í nýggjum átakið at finna fleiri fólk at tekna seg til herin í Bretlandi, hevur herurin tikið stig til eitt heldur ørvísi átak. Herurin vil røkka út til ungdómin við at greiða frá, hvussu spøl og serligu eginleikarnar, sum fylgja við spølum, kunna skapa fyrimunir fyri ungdómin tá talan er um tilmelding til herðtænastuna. 

 

 

Átaki virkar soleiðis, at neiligu meiningarnar og heitini sum ungdómurin berð á sær í dag, serliga grundað á áhugan fyri telduspølum og tøkni, eru jaligir eginleikar, tá talan er um herðtænastu. Átakið hevur fingið íblástur frá fyrsta veraldarbardaga, har plakatur vóru gjørdar, sum søgdu soleiðis “Títt land hevur tørv á TÆR”.

 

 

Í fjør manglaði bretski herurin 5.600 limir, hetta hevur við sær at verandi herðtænastu fólk taka meira arbeiði á seg enn ætlað og tískil setur tað eina grensu á, hvussu breitt herðtænastan kann røkka. Eisini er arbeiðisloysi serliga lágt í løtuni og kann hetta av tí sama hava við sær, at fólk heldur leita sær arbeiði aðrastaðni enn í herinum. 

 

 

Sostatt er ætlanin við átakinum, sum bretska herðtænastan er í gongd við, at leggja dent á serligar eginleikar, sum onnur møguliga síggja sum forðingar, ið skiljast sum serliga jaligar og serstakar eginleikar í herinum. Tey leggja dent á, at landi hevur tørv á tær og tínum serligu ungdómsligu eginleikum. 

 

Tað ber til at lesa meira her