So mikið av kava er komin niður í Bretlandi, at fleiri av teimum stóru floghavnunum máttu steðga allari flúgving í morgun. Kavin stongdi millum annað fýra av teimum stóru floghavnunum á London-leiðini - Heathrow, Gatwick, Stansted og Luton.
Ferðafólk, sum skuldu við flogfari úr teimum fýra floghavnunum, hava fingið boð um at koma til ta ásettu tíðina, men at tey skulu fyrireika seg til seinkingar.
Bretska veðurtænastan boðaði í gjár frá kava í Onglandi, Wales og Norðurírlandi, og sambært veðurmonnunum kunnu fólk vænta rættiliga fitt av kava afturat í dag.
BBC sigur, at fleiri skúlar eru stongdir í dag, og at ólag hevur verið á ferðsluni í morgun.










