Síðan 1906 hevur Føroya Tele verið tann størsti veitarin av telefon, interneti og øðrum samskifti í føroyska samfelagnum. Fyrstu árini undir danska navninum Færøernes Amtskommunes Telefonvæsen og seinni undir Telefonverk Føroya Løgtings. Í 1998 bleiv almenna felagið skipað sum alment partafelag og broytti tá navn til Føroya Tele, ið tað hevur havt síðan.
Nógv er hent á føroyska samskiftisøkinum síðan 1906, men øll árini hevur almenna føroyska telefonfelagið verið tann stóri aktørurin á økinum, og hevur slóðað veg fyri, at føroyingar í 2019 hava eitt av mest framkomnu samskiftisnetinum í verðini.
Stórar broytingar eru eisini framdar á økinum, og eru uttan iva fleiri broytingar aftrat fyri framman. Fartelefonir, internet, videosamrøður og annað vóru óhugsandi fyri bara nøkrum fáum ártíggjund síðan, men er hvørsmansogn í dag.
Virksemið hjá Føroya Tele er eisini nógv broytt av tí sama. Enn er felagið nógv tann størsti veitarin innan samskifti á føroyska marknaðinum, men er virksemið nú ikki einans avmarkað til føroyska marknaðin.
Út í heim
Gjøgnum fleiri ár hevur felagið veitt internet til oljuboripallar gjøgnum sínar undirsjóvarkaðlar og nú tað seinasta árið eisini fartelefoni til pallar og skip. Síðstu árini er felagið tó eisini farið undir eitt miðvíst arbeiði at sleppa inn á bretska samskiftismarknaðin á landøkinum.
Tað er ikki bara sum at siga tað, at fáa fótin inn á ein samskiftismarkna har risa fyritøkur sum O2, Vodafone, BT, TalkTalk og Three UK valda, men kortini sær Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele, ein møguleika.
Orsøkin er, at bretska stjórnin á heysti 2017, boðaði frá, at hon var sinnað at játtað 25 milliónir bretsk pund, tað eru umleið 210 milliónir danskar krónur, at menna 5G tøkni ymsastaðni í bretska ríkinum. Og tað er júst her, at Føroya Tele sær ein møguleika.
- Ein av teimum seks verkætlanunum, ið bretska stjórnin boðaði frá tá, er í Orknoyggjunum. Hana sóu vit ein møguleika í, bjóðaði upp á og hava nú í gott eitt ár verið ein partur av verkætlanini 5G RuralFirst Orkney, sigur Jan Ziskasen, ið upplýsir at Føroya Tele tekur lut í verkætlanini gjøgnum dótturfelagið SHEFA.
Orknoyggjar slóða veg
Í samstarvinum eru fleiri enn 30 feløg, harímillum bretska kringvarpið BBC, tøknifyritøkan Cisco, fleiri bretsk universitet, Microsoft, BT og Nokia.
Sjálv verkætlanin hevur eisini eydnast so mikið væl, at BBC um mánaðarskiftið hevði grein á heimasíðuni um, hvussu lítla oyggjasamfelagið hevði yvirhálað London og aðrar stórar býir í tí nýggjasta innan samskifti.
Víst verður á, at netið í 5G RuralFirst royndarøkinum í lítla oyggjasamfelagnum er uppstigað til 5G og hvørja jaliga ávirkan tað hevur havt fyri borgararnar sum eru við í verkætlanini, ið fyrr máttu brúka upp til 10 minuttir at lata ein teldupost upp, men sum nú brúka mest framkomnu samskiftistøknina í Bretlandi.
Sum áður nevnt er tað ikki júst ein mangul upp á samskiftisfyritøkur í Bretlandi, men kortini hevur Føroya Tele fingið eina góða móttøku, sambært Jan Ziskasen. Orsøkin er, at føroyska fyritøkan hevur drúgvar royndir og vitan innan at samanbinda fjarskotnar oyggjar í eitt felags net við høgum støði. Og tað er eitt øki, ið fá onnur feløg í heiminum kunnu kappast við teimum í.
- Fleiri av samstarvsfeløgunum, harímillum CISCO, hava ikki dult fyri, at tey eru fegin um at hava Føroya Tele við í verkætlanini, tí vit eru høgt í metum innan okkara serøki. Okkara partur í verkætlanini er, umframt at koma við okkara vitan og royndum, at veita fibursamband til verkætlanina og dátamiðstøðirnar, sigur Jan Ziskasen.
Føroyskt samband til bretskar oyggjar
Verkætlanin 5G FirstRural Orkney kann eisini síggjast sum ein liður í eini størri ætlan hjá Føroya Tele at byggja brýr til bretskar myndugleikar. Føroyska fyritøkan hevur nevniliga í eina tíð arbeitt við ítøkiligum ætlanum um at veita telesamband í Hetlandi og Orknoyggjunum.
- Vit hava verið á sera nógvum fundum og tosa við eina rúgvu av lyklapersónum og fyritøkum, so sum tingfólk, ráðharrar, embætisfólk, fjarskiftiseftirlit og lokalpolitikarar, tí vit ynskja at sleppa inn á hendan marknaðin, sigur Jan Ziskasen, ið leggur afturat, at bretski viljin er til staðar, men fjarskiftislóggávan í Bretlandi er tíverri smíðað soleiðis saman, at hædd ikki verður tikið fyri smærru økjunum í mun til ágóðan av tøkniliga framburðinum.
- Øll, sum vit tosa við, ynskja, at vit sleppa inn á marknaðin, tí tey duga at síggja, at vit kunnu veita eina bæði vørur og tænastur til hesi økir, ið tey mangla í dag. Veruleikin er, at sambandið í hesum økjum er út av lagi vánaligt í dag og er nógvar av skotsku oyggjunum og norðasti parturin av Skotlandi eini 5 ár aftanfyri Føroyar í menningini. Tey stóru feløgini miðsavna seg um London, Birmingham, Manchester og aðrar stórbýir, har tey síggja ein vinning, meðan lítil áhugi er fyri at menna sambandið í teimum fjarskotnu økjunum.
Marknaðarforðingar
Men hóast tað ikki skortar upp á góðan vilja, er tað serliga ein forðing, ið ger at Føroya Tele enn ikki hevur eydnast at fingið fótin inn um á bretska farnets marknaðin.
- Størsti parturin av internet sambandinum í skotsku oyggjunum er veittur av Føroya Tele ígjøgnum sjókaðlarnar til oyggjarnar, men fyri at sleppa at veita internet og telefoni á farnetinum til kundarnar mugu vit hava frekvensloyvir. Trupulleikin er bara, at tey eru avmarkað í tali og langt síðan seld til tær stóru telefyritøkurnar í Bretlandi. Hetta eru fíggjarsterkar altjóða fyritøkur, ið vit ikki megna at kappbjóða við, sigur Jan Ziskasen.
Tað er tó ein sannroynd, at hesar fyritøkur hava lítið og einki gjørt fyri at betra um samskiftistøknina í teimum fjarskotnu oyggjunum og er tí ein ávísur vilji hjá lokalu myndugleikunum at finna eina loysn, so at onnur kunnu átaka sær hesar uppgávur.
Og tað er hesin viljin, ið Føroya Tele setur sítt lít til og vónar ber á mál, so at fyritøkan kann bjóða sínar farnets tænastur til íbúgvarnar í oyggjasamfeløgunum.
- Vit vóna at politikararnir taka eitt kjak við hesar fyritøkur, um antin at geva okkum rættindini til frekvensir í hesum økjum, ið tey kortini einki gera við, ella selja okkum tað fyri ein rímiliga prís. Men enn er einki komi burturúr tí, sigur stjórin í Føroya Tele.

Bretska ævintýrið hjá Føroya Tele

