Bretska undirhúsið vrakar fýra brexit-uppskot

Øll tey fýra brexit-uppskotini vóru í kvøld vrakað í enn eini fløktari framførslu í bretska tjóðartinginum.

Bretska tjóðartingið skuldi í kvøld taka støðu til fýra leiðvísandi alternativ til brexitavtalun hjá Theresu May.

Atkvøðurnar eru taldar, og øll fýra uppskotini vrakað. Tað skrivar Reuters.

Tey fýra uppskotini, sum støða skuldi takast til, snúðu seg um eina permanenta tollsamgongu, eina brexitavtalu eftir norskum leisti, eina fólkaatkvøðu, sum skuldi vátti brexit, áðrenn farið var úr ES og eina leinging av samráðingartíðini sambært grein 50.

Uppskotið um tollsamgongu fall við smølum meiriluta ímóti, 273 vóru fyri og 276 ímóti.

Upprunaliga skuldi Bretlandi fara úr ES 29. mars, men tann dagurin er útsettur til 12. apríl.

 

/ritzau/