Hálvfinalurnar í 4 x 200 metrar frí verða í Beijing í morgin. Fyrra hálvfinalan verður kl. 12.54, og seinna hálvfinalan verður kl. 13.03 føroyska tíð. Um vit hyggja eftir kvalifikasjónstíðunum, so hava David Carry og liðfelagar hansara tað fimtubestu kvalifikasjónstíðina av teimum 16 stafettliðunum. Kvalifikasjónstíðirnar hjá teimum fimm fremstu stafettliðunum eru hesar:
USA = 7.03.24
Italia = 7.09.94
Avstralia = 7.10.05
Kanada = 7.10.70
Bretland = 7.11.28
USA er stórfavorittur at fara við gullinum. Men møguleikin hjá David og liðfeløgunum at fáa silvur ella bronsu er avgjørt til staðar, men tað verður ein sera hørð kapping. Sjálv finalan millum tey 8 stafettliðini í 4 x 200 metrar frí verður klokkan 4.19 mikumorgun, føroyska tíð - 11.19 lokala tíð.