Bretska stjórnin vil læra av føroyskari fiskivinnu

Tveir embætismenn frá ?The Prime Minister´s Strategy Unit? úr bretska forsætismálaráðnum í Downing Street nr. 10 eru komnir til Føroya at fáa íblástur og lærdóm frá fiskivinnuni her á landi. Kunningarferðin er liður í arbeiðinum at gera álit um menningina í bretskari fiskivinnu

Fleiri føroyingar, sum á ein ella annan hátt eru knýttir at føroysku fiskivinnuni, hava fingið ella fáa nú fína vitjan. Tveir embætismenn fyri bretsku stjórnina eru nevniliga komnir til Føroya á eini kunningarferð um føroysku fiskivinnuna, og lendu teir týskvøldið í Vágunum.

Ráðgevar Tony Blairs
Bretski forsetisráðharrin, Tony Blair, sum í hesum døgum veruliga er í politiskum ódnarveðri orsakað av Irak stríðnum, setti í juni 2002 ein serbólk, ?The Prime Minister´s Strategy Unit?, sum er ein savnað og samansett eind av fleiri minni bólkum. The ?PM´s Strategy Unit? er fremsti ráðgevingarbólkurin hjá sjálvum Tony Blair, og arbeiða ráðgevararnir við langsiktaðum strategiskum ætlanum og møguleikum at menna Bretland á fiskivinnuliga økinum. Umframt hetta verður eisini granskað í politiskum analysum og nýggjum menningarmøguleikum, og samskifta embætismenninir við sjálvan forsætisráðharran gjøgnum stjórnarráðið (Cabinet Secretary).
Í vitjanini til Føroya hevur annar teirra arbeitt í bretska fiskimálaráðnum og hevur fingið til uppgávu at vera við í hesi verkætlan, meðan hin fast arbeiðir í serbólkinum hjá Tony Blair.

Vilja læra av føroyingum
Í løtuni arbeiðir hesin granskingardepil við møguleikum at menna, modernisera og rationalisera ein framtíðar bygna í bretskari fiskivinnu, sum í hesum døgum ikki eydnast væl. Tony Blair vil hava svar uppá, hví og hvussu føroyska fiskivinnan er so burðardygg og væleydnað.
Sum liður í hesi stóru verkætlan ynskja bretarnir serliga at hyggja at fiskivinnutjóðum burturav, og tað er í hesum høpi, at Føroyar gerst áhugavert fyri bretsku stjórnina. Hetta er bakgrundin fyri og orsøkin til, at føroyski sendiharrin í Onglandi fyri stuttum fekk fyrispurning frá bretsku stjórnini, um føroyska sendistovan kundi hjálpa til at samskipa eina kunningarferð til Føroya. Hetta varð fingið í lag, og nú eru bretsku embætismenninir lendir við tí fyri eyga at fáa íblástur úr Føroyum til menning og framburð í bretsku fiskivinnuni.
Ítøkiliga ynski hjá bretsku stjórnini er at fáa orða eina langsiktaða, strukturpolitiska ætlan við endamálinum at skapa eina burðardygga vinnu, sum tekur støði í samfeløgum, sum liva av og eru tengd at sosialu og búskaparligu viðurskiftunum í fiskivinnuni. Fasta deildin undir enska forsætismálaráðnum skal við hesum gera eitt álit um framtíðarviðurskiftini í fiskivinnuni, og ein av endamálsorðingunum hjá ?The PM´s Strategy Unit? er við støði í gransking og vitan at kunna hugsa um, skapa og broyta framtíðina fyri Bretland.

Nógv á skránni
Serfrøðingarnir úr Downing Street hava gjørt eina skrá fyri føroyavitjanina. Umframt stovnar og fyritøkur fáa 18 føroyingar vitjan av bretum, sum á ein ella annan hátt eru tengdir at fiskivinnu í Føroyum.
Millum teirra, sum fáa vitjan, eru Anfinn Kallsberg, løgmaður, Jacob Vestergaard, landssýrismaður í fiskivinnumálum, Henrik Old, formaður í vinnunevndini, Óli Jakobsen, formaðurin í fiskimannafelagnum, Jørgen Niclassen, fyrrverandi fiskimálaráðharri og Herman Oskarsson, búskaparfrøðingur á Hagstovu Føroya.

Frá teori til praksis
Vitjan teirra fevnir um tveir dagar, og Mark Halden, sum er annar av teimum báðum, sum koma til Føroya, ynskir serliga at fáa fiskivinnuliga lívið í praksis undir sjóneyku.
- Okkara høvuðsmál er at kanna søguligu bakgrundina og menningina í føroyskari fiskivinnu, umframt at vit við einum teoretiskum grundarlagið vilja síggja, hvussu skipanin og teknisku viðurskiftini virka í praksis í Føroyum.
Mark Halden vísir á, at talan í ein mun verður um teknisk viðurskiftin umframt administratión og management. Sambært bretska embætismanninum ynskja teir at nýta so nógva tíð sum gjørligt við persónum, sum hava verið við at orða og sett í gildi føroyskan fiskivinnupolitikk. Í hesum høpi nevnir Mark Halden m.a. fiskidagaskipanina sum eitt áhugavert fyribrigdi, sum vert er at hyggja nærri at, og eisini verður eitt øki at kanna, hvussu føroyska fiskivinnan hevur megnað broytingarnar gjøgnum rationalisering og integratión á heimsmarknaðinum.
Áhugin hjá bretsku serfrøðingunum er sostatt at kanna umsitingarligu viðurskifti føroyinga, samstarvi millum ymsu vinnurnar og sektorarnir í sjálvari fiskivinnuni, granskingarviðurskifti o.s.fr.
Umframt at arbeiða í stjórinin hjá Tony Blair, hava teir báðir eisini tilknýtið til fiskivinnuviðurskifti í ES, og tískil er talan ikki um hvønn sum helst, men um eina serliga vitjan, sum vónandi kann vera við til at menna samstarv okkara við Bretland og útheimin annars.