Føroyar hava drúgva siðvenju fyri sambandi við Bretland. Hetta samband hevur verið eitt sindur upp og niður seinastu hundrað árini, eitt nú tí bretski trolarafiskiskapurin við Føroyar ikki var væl dámdur her. Tá tað so langt um leingi eftir tógvið stríð eydnaðist at fáa flutt sjómarkið út, fall hetta sum vera man ikki í góða jørð í Bretlandi. Hetta er nú søga og no hard fealings eru millum partarnar.
Bretska hersetingin undir øðrum heimsbardaga medvirkaði til at styrkja bondini millum Bretland og Føroyar. Stríðsárini gjørdust, hóast sorgarleikir og stór tap av mannalívum, til eitt skeið í Føroya søgu við búskaparligum vøkstri og politiskari menning. Hetta skeið var sterkt medvirkandi til nútímansgerðina av føroyska samfelagnum. Eftir hetta dapra men eisini mennandi skeið hugsaðu føroyingar øðrvísið, hugdu meira frameftir og høvdu nógv meira sjálvsálit og sjálvsvirðing. Hetta var ikki minst takkað verið tí stóru virðing, sum Bretland og bretar sum heild sýndu føroyingum. Okkara lutur í stóru uppgerðini millum demokrati og diktatur lá ikki eftir og hetta viðurkendi Bretland meira enn nakað annað land. Alt hetta hevði týdning fyri tær stóru rembingar og politisku eins væl og samfelagsligu broytingar í Føroyum, sum komu í kjalarvørrinum á øðrum heimsbardaga.
Bretland hevur í nýggjari tíð verið týðandi handilspartur hjá føroyskum vinnulívi. Ungir føroyingar í vaksandi tali søkja sær útbúgving í Bretlandi og sambandið er sum heild lívligt og í støðugum vøkstri. Bretland er sera vældámt ferðamál hjá føroyingum og føroyingar kenna seg vælkomnar í Stóra Bretlandi uttan mun til, um teir vitja í London ella á Hebridunum.
Tað eru allar góðar grundir til at varðveita og styrkja politiska, búskaparliga og mentanarliga sambandið millum Bretland og Føroyar. Tað er at fegnast um, at vit í hesum døgum hava vitjan av tveimum limum í Føroyabólkinum hjá Undirhúsinum í bretska parlamentinum. Tað er eisini at fegnast um, at áhugin fyri landi okkara er so mikið stórur, at bretska parlamentið hevur ein Føroyabólk. Vitjaninn eigur at verða nýtt til at styrkja og menna politisku, búskaparligu og mentanarligu bondini millum Bretland og Føroyar. Gestirnir eiga at verða kunnaðir væl og virðliga um viðurskifti okkara í øllum lutum og teir eiga at verða kunnaðir um, øki har okkum kann vera tørvur á bretskum politiskum stuðli, eitt nú í okkara treku og truplu viðurskiftum við politiska og búskaparliga og politiska risan ES.
Endamálið við Føroyabólkinum í bretska parlamentinum er at skapa størri vitan um Føroyar í Bretlandi, og at bretar kunnu læra av føroyingum eins og føroyingar kunnu læra av bretum. Gestirnir Alistair Carmichael og Sir John Butterfill eru sannir Føroyavinir og skulu vera hjartaliga vælkomnir her. Vitjan fer ivaleyst at vera báðum pørtum at gagni.