Bretska stjórnin hevur samtykt at selja bankan Northern Rock, sum tað almenna hevur átt tey seinastu trý árini.
Sambært Wall Street Journal hevur Virgin Money keypt Northern Rock fyri 1,17 milliard pund.
Bretski staturin yvirtók Northern Rock fyri trimum árum síðani, tá bankin kom í trupulleikar. Northern Rock var ein av teimum fyrstu bankunum, sum fóru av knóranum, tá fíggjarkreppan tók seg upp á heysti í 2008.