Tá yvirhúsið atkvøddi um uppskotið, tóku 139 limir undir við stjórnini, meðan 149 atkvøddu ímóti uppskotinum.
Bretskir mannarættindafelagsskapir hava funnist at uppskotinum, tí teir halda, at tað er í stríð við galdandi mannarættindareglur. Men tað var ikki orsøkin til, at Yvirhúsið feldi uppskotið. Tvørturímóti helt meirilutin, at uppskotið var ikki nóg víðgongt, og tí fall tað.
Endamálið hjá stjórnini var at geva myndugleikunum víðkaðar heimildir, soleiðis at løgreglan kann handtaka og fongsla útlendskar ríkisborgarar uttan rættargongd, um so er, at løgreglan hevur illgruna um, at teir hava samband við altjóða yvirgangsvirksemi.
Eisini Norðurírland
Meirilutin í Yvirhúsinum helt, at uppskotið átti eisini at umfata yvirgang í sjálvum Bretlandi, soleiðis at tær víðkaðu heimildirnar kundu nýtast ímóti teimum norðurírum, sum eru ímóti friðartilgongdini har. Tony Blair, forsætisráðharri helt ikki, at hetta var neyðugt og vísti á, at myndugleikarnir hava longu rættiliga víðar heimildir, tá talan er um yvirgangsvirksemi í Bretlandi.
Síðani 11. september hevur bretska løgreglan tikið 53 fólk, tí illgruni hevur verið um, at tey hava havt samband við yvirgangsfelagsskapir. 24 teirra eru seinni latin leys, uttan at myndugleikarnir hava skuldsett tey.