Kreditmetingin hjá Bretlandi er enn í vanda fyri at vera sett niður, hóast Theresa May, forsætisráðfrú, í apríl fekk í lag avtalu um, at Bretlandi kann vera eitt sindur longri í ES.
Tað upplýsti kreditmetingarfelagið Standard & Poor's og Fitch í gjárkvøldið. Bæði feløgini halda fast við núverandi kredittmeting av Bretlandi á AA, sum er næsthægsta stigið á skalanum.
– Avtalan millum ES og Bretlandi um at leingja tilgongdina til 31. oktober minkar, men útihýsir ikki váðan fyri eini »no-deal« brexit næstu seks mánaðirnar, upplýsir Fitch.
Í nógv ár hevði Bretlandi gullranadaða toppkarakterin AAA, men bæði S&P og Fitch settu tað niður til AA fáar dagar eftir, at ein meiriluti av bretsku veljarunum í juni 2016 atkvøddu fyri at fara úr ES.
S&P endurtekur, at núverandi metingin kann fara enn longur niður alt eftir, hvussu skilnaðurin við ES verður.
Metingin upp á AA hevur fingið eitt minus skoytt uppí. Tað bendir á, at S&P heldur vil at karakterurin skal setast niður enn upp.
Men S&P upplýsir, at tey vilja taka minusið burtur, um samráðingarnar við ES geva trygd fyri útlitunum fyri bretska búskapin.
Tað er sambært S&P av stórum týdningi, at bretska vinnulívið framyvir eisini hevur atgongd til ES-marknaðin, uttan at tað verður álagt tollur ella handilsforðingar.
Ein høg kretidmeting førir við sær, at tað verður bíligar fyri eitt land at taka lán.
/ritzau/Reuters