Bretska framgongdin er stór

Avrikið hjá Stórabretlandi í Bosnia fyri tveimum árum síðani var við til at undirstrika, at talan var um lítið áhugaverda kapping, sum føroyska liðið tók lut í ta ferðina.

Málið hjá Onglandi er, at tey hava eitt rímiliga sterkt lið um fýra ár, tá tjóðin skal hýsa Olympisku leikunum. Ein liður í hesum er, at tey hava gjørt avtalu um, at 15 menn og 15 kvinnur sleppa á ítróttaskúla í Danmark, har tey venja hondbólt einar 8-10 tímar um vikuna, umframt at dystir eisini verða spældir.

Soleiðis eru í dag seks av bretsku spælarunum, sum dagliga spæla í Grenaa í Danmark. Og hartil verður roynt at styrkja liðið við útlendskum spælarum, sum hava bretskar røtur, og sum tí kunnu naturaliserast.

 

Dysturin hjá Føroyum móti Bretlandi verður klokkan 20 lokala tíð í kvøld. Altso klokkan 18 føroyska tíð.