Bretska Labour-tingkvinnan, Jo Cox, varð í dag skotin til deyðis, tá hon vitjaði í valdømi sínum at hitta veljarar.
Fyrst ljóðaði, at hon var illa særd, men fyri løtu síðani komu boðini um, at hon varð deyð av skotinum skottilburðinum.
Ein 52 ára gamla maður er handtikin fyri álopið.
Sambært løgregluni varð eitt 77 ára gamalt fólk eisini lættari sært av skotunum.
Løgreglan sigur einki um, hvussu Jo Cox varð sært, men fleiri eygnavitni siga, at skot vórðu latin av.
Enn er tí ikki greitt, hvat motivð var. Fleiri eygnavitni hava sagt, at illgerðarmaðurin rópti »Britain First«, men hetta hevur løgreglan ikki váttað.
Báðir partar í stríðnum um sambandið hjá Stórabretlandi til ES hava steðgað valstríðinum restina av degnum.
41 ára gamla Joe Cox varð vald á ting í 2015. Hon var gift og hevi tvey børn.