Bretsk skúlagenta bjargaði 100 øðrum

Tann 10 ára gamla Tilly Smith visti, hvat var á vási, tá tað brádliga fjarðaði á strondini í Maikhao

Umleið 100 ferðafólk vóru stødd á Maikhao-strondini í Teilandi, tá tann stóra flóðaldan nærkaðist landi.
Millum teirra vóru tann 10 ára gamla bretska gentan Tilly Smith og mamma hennara, sum vóru farnar til Teilands at halda jólafrí. Stutt undan frítíðini hevði skúlaflokkurin hjá Tilly gjørt eina uppgávu um flóðaldur, sum standast av jarðskjálvtum undir havbotninum, og tá Tilly sá, at sjógvurin brádliga rann út frá strondini, visti hon alt fyri eitt, hvat var á vási. Hon segði mammu síni frá, og tað eydnaðist teimum báðum at ávara hini fólkini, sum vóru har.
Sambært teilendsku myndugleikunum kravdi flóðaldan einki mannalív á Meikhao-strondini takkað verði teirri 10 ára gomlu gentuni.