Bretsk sendikvinna á vitjan

Bretska sendikvinnan, Vivien Life, er á vitjan í Føroyum í hesum døgum.

Handilsviðurskifti Føroya við Bretland vóru millum málini, sum løgmaður og Vivien Life, bretska sendikvinnan í Keypmannahavn, umrøddu á fundi í Tinganesi í dag. 

 

Bretland er størsti einstaki útflutningsmarknaðurin hjá Føroyum, og í nógv ár hevur verið havt á lofti, at Føroyar eiga at innflyta fleiri vørur úr Bretlandi. 

 

Á fundinum viðgjørdu løgmaður og bretska sendikvinnan í Keypmannahavn eisini økta samstarvið innan oljuvinnu seinastu árini. 

 

Avbjóðingarnar í Arktis, samstarvið í Útnorði og silda- og makrelmálið vóru eisini á breddanum.

 

Vivien Life hevur verið sendikvinna í Keypmannahavn síðan á heysti 2013.

 

Hetta er fyrstu ferð, at hon er í Føroyum. Bretska sendikvinnan í Keypmannahavn fer av landinum aftur í morgin.