Bretsk mótstøða til KÍ um teir knógva Bodø/Glimt

B36 skal sannlíkt til Luksemborg og HB og Vìkingur skulu til Slovakia um tey vinna seg víðari úr fyrsta undanumfarinum

Juli mánaði fer at vera merktur av evropeisku luttøkuni hjá KÍ, HB, Víkingi og B36.

 

UEFA hevur nú eisini trekt lut um hvønn tey føroysku liðini kunnu møta um tey vinna seg víðari úr fyrsta undanumfarinum. 

 

Um KÍ megnar at knógva Bodø/Glimt skal KÍ spæla móti vinnaranum av uppgerðini millum waliska meistaraliðið, The New Saints og norðurírska meistaraliðið, Linfield.

 

Um HB megnar at knógva Newtown AFC úr Wales skal HB í øðrum undanumfarinum spæla móti Spartak Trnava úr Slovakia.

 

Um Víkingur vinnur samanlagt á FC Europa úr Gibraltar skal Víkingar spæla móti vinnaranum av uppgerðini millum Streda úr Slovakia og Cliftonville úr Norðurírlandi.

 

Um B36 megnar at knógva Borac úr Bosnia skal B36 spæla móti vinnaranum av uppgerðini millum Tre Fiori úr San Marino og Fola Esch úr Luksemborg. 

 

Í fyrsta undanumfarinum í Champions League spælir KÍ 5. juli og 12. juli.

 

Í fyrsta undanumfarinum í Europa Conference League spæla HB, Víkingur og B36 7. juli og 14. juli. Um HB og B36 vinna seg víðari raka tey ólavsøkuaftansdag sum leikdag í øðrum undanumfarinum.