Protestantar í Norðurírlandi tveittu bensinbumbur eftir løgregluni í nátt
Hundraðtals bretsk løgreglufólk eru í dag send til Norðurírlands eftir ógvusligan ófrið í Belfast í nátt, har 32 politistar vórðu særdir, og ein politikari varð innlagdur.
Frammanundan eru 600 løgreglufólk send ymsastaðni úr Bretlandi til ófriðarliga økið.
Tey vórðu send hagar í sambandi við skrúðgonguna 12. juli, sum protestantiski bólkurin Orange Order skipar fyri.
Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at 400 løgreglufólk aftrat verða vantandi á staðnum eftir ófriðin í nátt, skrivar dr.dk.
Myndugleikarnir óttast fyri nýggjum ófriði í kvøld og komandi nátt.
Løgreglan varð farnu nátt álopin av protestantiskum skrúðgongufólki við bensinbumbum, stavum, fýrverki, fløskum, múrsteinum. Onkur hevði eisini eitt svørð.
Ófriðurin byrjaði, tá løgreglan royndi at forða skrúðgonguni at fara gjøgnum katólska-republikanska býarpartin Ardoyne í Belfast, sum myndugleikarnir høvdu sett teimum forboð fyri.
32 løgreglufólk vórðu særd í samanbrestinum, og Nigel Dodds, fremsti politikarin hjá protestantunum, varð raktur av múrsteini og varð koyrdur á sjúkrahús við ongum viti.
ÓTTAST NÝGGJAR SAMANBRESTIR
12. juli verður hildin sum minni um, at protestantiski kongurin Wilhelm úr Orania í 1960 vann slagið móti frákoyrda katólska Jákupi kongi við ánna Boyne.
Ringast leikaði á millum protestantar og katolikkar í Norðurírlandi frá 1969 til 1998, og tey árini kravdu meir enn 3500 mannalív.
Friðarligari hevur verið, síðan Langafríggjadagsavtalan varð undirskrivað í 1998, tá poliltikarar frá báðum síðum lovaðu at samstarva. Men árliga skrúðgongan hjá Orange Order íbirtir framvegis ofta ófrið.
Mynd: Protestantiski politikarin Nigel Dodds varð raktur í ófriðinum í Belfast