Granskarar í Stórabretlandi viilja vera við, at evnið dexamethasone kann fyrbyrgja koronadeyða.
Steoridevnið hevur verið partur av einari kanning, har kannað varð, um evni, ið læknavísindin longu kendi til frammanundan, kundu hava ávirkan á koronavirus. Kanningin var tann størsta av sínum slag, skrivar BBC.
Granskararnir vilja vera við, at evnið hevur við sær, at talið á deyðum, sum liggja í respiratori, minkar við einum triðingi, og hjá teimum, ið fáa súrevni, minkar talið við einum fimtingi.
Hevði evnið verið brúkt í Stórabretlandi, síðan koronavirus breyt út, høvdu um 5000 lív verið bjargað, siga granskararnir.
Í Stórabretlandi eru nógn nógvar mongdir av evninum til 200.000 nýtslur, og stjórnin hevur boðað frá, at bretska heilsuverkið fer at gera dexamethasone atkomuligt til koronasjúklingar.











