Stjórin í bretska arbeiðsgevarafelagnum, Digby Jones verður gesturin á Vinnudegnum 2004. Hetta kom í lag á samkomu í Hetlandi mánakvøldið. Týsdagin hitti Eyðun Elttør sín bretska starvsbróður, Steven Timms
Hóast tað er eitt ár til »Vinnudagin 2004«, so er longu nú greitt, hvør útlendski gesturin verður. hann er ikki bert stórur í vavi, hann er eisini ein stór »kanón« í bretskum høpi. Hann fýrir ikki fyri at taka telefonina á miðjari nátt og vekja sjálvan Tony Blair. Orð, ráð og tankar hansara viga tungt, tá stórar avgerðir skulu takast í stjórnini. Maðurin sipað verður til eitur Digby Jones, og hann er stjóri í bretska arbeiðsgevarafelagnum við fleiri milliónum limum.
Digby Jones var høvuðsrøðari við eitt hátíðarhald í býráðshøllini í Lerwick mánakvøldið. Løtan var eitt av hæddarpunktunum í bretskari ella rættari hetlendskari oljusøgu. Tað eru 25 ár síðani, at fyrsta oljan úr Norðsjónum kom í land í Hetlandi.
Við til hátíðarhaldið vóru eisini fleiri føroyingar við landsstýrismanninum í oljumálum, Eyðun Elttør á odda.
Um somu tíð sum hetlendingar hyggja 25 ár aftur um bak, so hyggja teir 25 ár fram við spenningi, men eisini við iva og angist. Ber til at varðveita og menna oljuvinnuna er stóri spurningurin.
Digby Jones røsti í røðu síni hetlendingum og helt fyri, at oljuvinnan eigur mong góð ár enn.
Tað var í hesum sambandi at Magni Arge, formaður í Oljuvinnufelagnum beyð tí bretska arbeiðsgevara »bossinum« til Føroya at halda fyrilestur á tí komandi vinnudegnum. Hann tók av og gleðir seg til sína fyrstu vitjan í Føroyum.
? Eg ivist ikki í, at vit og føroyingar hava nógv at samstarva um, eitt nú á oljuøkinum sigur Digby Jones við Sosialin.
Týsdagin var stór ráðstevna í Lerwick, har m.a. bretski oljumálaráðharrin helt røðu. Høvi var so eisini hjá Eyðun Elttør at hitta og tosa við bretska starvsbróðurin, Steven Timms.
Nú fá framstig ? fund ? eru gjørd vestan fyri Hetland síggja oljumyndugleikar her fegnir, at olja verður funnin í føroyskum øki og at oljan kann geva arbeiði og inntøkur á oljuterminalinum Sullon Voe, tey næstu 25 árini.
Tað eru 25 ár síðani, at henda størsta oljuhavnin í Europa varð tikin í brúk.










