Bretsk hjún dømd fyri yvirgang

Ein dómstólur í London hevur felt dóm yvir eini bretsk hjún, sum eru funnin sek í at hava lagt til rættis yvirgangsatsókn, ið ætlandi skuldi verða í summar.

Ein dómstólur í London hevur felt dóm yvir eini bretsk hjún, sum eru funnin sek í at hava lagt til rættis yvirgangsatsókn, ið ætlandi skuldi verða í summar.

Hjúnini høvdu ætlað, at atgerðin skuldi vera júst tíggju ár eftir yvirgangin í London 7. juli 2005, sum kravdi 52 mannalív í bussum og í undirgrundarbreytini.

25 ára gamli Mohammed Rehman var handtikin í mai og hevur nú fingið dóm saman við 24 ára gomlu konu síni, Sana Ahmed Khan, men enn er ikki gjørt av, hvør ítøkiliga revsingin verður.

Tá húsarannsókn varð gjørd heima hjá hjúnunum, fann politiið millum annað tíggju kilo av spreingievninum Urenitrat, ið kann brúkast til at gera bumbur við.

Eisini hevði maðurin filmað seg sjálvan, meðan hann royndi ymisk spreingievni í havanum hjá sær.