Bretsk herskip eftir ferðafólki

Í Bretlandi hava myndugleikarnir gjørt av at senda trý herskip til Fraklands og Spania eftir bretum, sum ikki sleppa heim aftur orsakað av flogbanninum. Gordon Brown, forsætisráðharri, segði í dag, at herskipið ?Ocean? kemur í Ermasund í dag, og at eitt annað, ?Ark Royal?, fer at seta kós ímóti Ermasundi.

Tað triðja herskipið, sum nú skal flyta ferðafólk, eitur ?Albion?.

Sambært bretskum fjølmiðlum fer tað ikki at standa á at fylla tey trý skipini, tí ikki færri enn 150.000 bretar bíða eftir at sleppa aftur til Bretlands.