Bretsk fiskifør fáa ikki manning

Bretskir fiskibátar hava torført við at fáa manning og ofta stendur so illa til, at teir fáa ikki loyst.

 

Angus MacNeil, tinglimur fyri SNP úr Hebridunum, hevur nú sett ein spurning til Robert Goodwill, immigratiónsmálaráðharra í bretsku stjórnini.

 

Orsøkin er tann, at ofta hava bretsk fiskifør útvega sær manning uttanfyri evropiska búskaparliga øki, tí torført er at fáa manning aðrastaðni frá. Tað er tó ikki altíð, at teir, ið skulu koma til Evropa fyri at mynstra fáa arbeiðsloyvi og verða tí noktaðir atgond. Hetta hevur m.a. við sær, at summir bátar sleppa ikki avstað.

 

Tí vil Angus MacNeil hava Robert Goodwill at svara uppá, um tað ikki er gjørligt at fáa eina serskipan til fiskifør, ið mangla manning og hava møguleika at útvega sær hana uttanfyri ES.

 

Bretska stjórnin hevur higartil sagt, at manning av skipum er ikki eitt mál fyri stjórnina, men fyri vinnuna. Hesum er Angus MacNeil tó ikki samdur í, tí málið er av stórum týdningi fyri nógv lokaløkir, serliga í oyggjunum norðanfyri og í norður Skotlandi, og tí eigur stjórnin sín lut í málinum eisini.

 

Angus MacNeil sigur, at trupulleikin ger seg serliga galdandi í teim smærru fiskiførunum og hjá teimum, ið royna eftir botnfiski. Pelagisku bátarnir hava ikki somu trupulleikar.