Bretsk bløð harta Blair

Bretsku bløðini skriva í dag, at bókin við endurminningunum hjá fyrrverandi forsætisráðharranum Tony Blair er áhugaverd, men at hon gagnar ikki arbeiðaraflokkinum. Í bókini skrivar Blair, at hann skuldi havt forðað fyri, at Gordon Brown bleiv forsætisráðharri, og hann lýsir eftirmannin sum ein, ið tað ikki ber til at samstarva við.

The Times skrivar, at bókin er ein stór avbjóðing hjá teimum, sum dyrgja eftir formansstarvinum í arbeiðaraflokkinum, sum misti valdið í mai eftir at hava stýrt Bretlandi í 13 ár.

Daily Mirror, sum styðjar arbeiðaraflokkin, leggur Blair undir at draga gamalt stríð og agg framaftur.

-Tony Blair hevur givið Labour nógv, sum flokkurin kann takka honum fyri, men endurminningarnar kann hann ikki fáa tøkk fyri, skrivar blaðið.