Bara í ein góðan mánað aftrat ber til at lesa bretsku avísina The Independent á pappíri, tí eftir tann 26. mars verður avísin bara at fáa á netinum. Hesum boðar russisk-bretski eigarin av avísin frá.
The Independent sá dagsins ljós í 1986 sum ein avís, ið journalistar sjálvir valdur at geva út, men hevur sum so nógvar avísir stríðst við alsamt lækkandi lesaratøl. Sum mest var upplagið 400.000 eintøk um dagin, men nú er talið komið niður á góð 40.000, skrivar Reuters.
- Avgerðin um at gevast at prenta avísina, gevur okkum møguleika fyri at varðveita serliga vørumerkið hjá The Independent, so vit kunnu halda fram við dygdargóðum innihaldi, ið vónandi lokkar fleiri lesarar til á netinum, sigur eigarin, Jevgenij Lebedev.
Hann sigur, at tíðindaídnaðurin er í broyting og fyrst og fremst verður rikin av lesarunum, og tí heldur hann ongan iva vera um, at í avísheiminum er framtíðin talgild.











