Bretland vil strika skeivar dómar í postgølu

Hundraðtals postboð eru av órøttum dømd fyri stuldur og svik. Nú skulu tey reinsast

Sjónvarpsrøðin "Mr Bates vs The Post Office" hevur lagt trýst á bretsku stjórnina

Árini frá 1999 til 2015 vóru hundraðtals postboð dømd fyri stuldur, svik og skeivar roknskapir. Alt hetta hendi orsakað av einum feili í einum forriti, sum almenna Post Office brúkti. Feilurin fekk tað at síggja út sum, at tað manglaðu túsundtals pund í uppgerðum og roknskapum.

 

Tað skrivar Ritzau.

 

Summi postboð fingu fongsulsrevsing, og nógv mistu arbeiði í stóru postgøluni.

 

93 av dómunum eru seinni broyttir, men 800 aðrir dómar standa framvegis við.

 

Nú skal okkurt gerast við hetta, og sjálvur forsætisráðharrin í Bretlandi, Rishi Sunak, lovaði í gjár, at nýggj lóggáva skal reinsa tey hundraðtals postboðini, sum vóru dømd av órøttum.

 

Hetta kemur eftir, at ein nýggj sjónvarpsrøð við heitinum "Mr Bates vs The Post Office" hevur fingið bretar at leggja alt størri trýst á stjórnina fyri at fáa hana at gera nakað við málið.

 

– Hetta er ein tann størsta órættvísin í søguni hjá okkara tjóð. Fólk, sum arbeiddu hart, fingu av órøttum oyðilagt lívið og umdømið, segði Rishi Sunak í gjár.

 

Ætlanin er, at postboðini skulu kunna skriva undir eitt skjal fyri at fáa dómin strikaðan, og tey skulu eisini kunna krevja endurgjald fyri viðferðina.

 

Higartil hava 2700 fólk fingið endurgjald fyri næstan 1,2 milliardir samanlagt orsaka av postgøluni.

 

Ein almenn kanning av málinum verður liðug seinni í ár, og løgreglan í London ger eisini ein kanning av gøluni.

 

Sjónvarpsrøðin "Mr Bates vs The Post Office" hevur lagt trýst á bretsku stjórnina