Bretland vil hava orð á russiska sendimannin

- Tað er eingin ivi í mínari sál um, at Aleksej Navalnyj stríddist ímóti korruptión og fyri rættvísi og demokratii, sigur bretski uttanríkisráðharrin.

Russiski sendimaðurin í London er kallaður til fundar í bretska uttanríkisráðnum. Her fær hann eitt formelt mótmæli í samband við russisku útsagnirnar um Aleksej Navalnyj.

 

Tað var í morgun, at tað gjørdist greitt, at 47 ára gamli stríðsmaðurin fyri demokratii og mannarættindum er deyður í russiska fongslinum, hann seinnu árini hevur sitið í.

 

Bretska stjórnin sigur, at russisku myndugleikarnir fult og heilt hava ábyrgdina av lagnuni hjá Aleksej Navalnyj, og bretar vilja hava eina nágreiniliga kanning av, hví maðurin er deyður.

 

- Vladimir Putin skal ábyrgdast fyri hetta, og hetta má fáa avleiðingar, segði bretski uttanríkisráðarrin, David Cameron, í dag.

 

Hann legði aftrat, at tað er eingin ivi í hansara sál um, at Aleksej Navalnyj stríddist ímóti korruptión og fyri rættvísi og demokratii.