Bretland ávarar nú USA

Bretskir ráðharrar og embætismenn hava harðliga ávarað amerikansku stjórnina ímóti at leypa á Irak. Samstundis sigur ein ráðgevi í Pentagon, at Bush er sinnaður at leypa á Irak einsamallur

Irak-stríÐiÐ
Árni Joensen:

Tað er bretska blaðið The Independent, sum ber tíðindini, ið blaðið sigur seg hava frá diplomatum og týðandi umboðum fyri bretsku verjuna.
Sambært blaðnum hava ráðharrarnir og embætismenninir ávarað um, at eitt amerikanskt álop fer at hava sera álvarssamar avleiðingar fyri viðurskiftini í Miðeystri og í londunum kring Irak. Álopið fer satutt sagt at gera ilt verri.
Í gjár skrivaði eitt annað bretskt blað, The Times, at Tony Blair, forsætisráðharri er undir veksandi trýsti frá sínum egna flokki og frá bretskum fakfeløgum, sum mótmæla, at Bretland skal stuðla amerikansku álopsætlanunum. Tað ljóðar eisini, at dregur amerikanska álopsætlanin út, ætla mótstøðufólkini at fáa næsta ársfundin hjá Labour at sýta stjórnini at hjálpa USA í einum álopi á Irak.
The Independent sigur seg hava fingið at vita, at teir ivingarsomu ráðharrarnir og embætismenninir bera serliga ótta fyri, at eitt amerikanskt álop fer at økja spenningin í Afghanistan, Ísrael og í Kashmir.


Um neyðugt einsamallur
Men tað er ivasamt, um bretski ivin fær nakra ávirkan á álopsætlanina hjá amerikanska forsetanum.
Richard Pearle, sum er ráðgevi í amerikanska verjumálaráðnum, sigur við bretska blaðið The Daily Telegraph, at hann er ikki í iva um, at George W. Bush, forseti fer at taka málið í egnar hendur, fær hann ikki stuðul frá øðrum.
Men ráðgevin kennir seg kortini sannførdan um, at Tony Blair fer at stuðla Bush, tá saman um kemur. Tað sama hava hernaðarserfrøðingar í Bretlandi sagt, hóast ein meiningakanning vísir, at meirilutin av bretska fólkinum er ímóti, at landið leggur seg út í stríðið millum Bush og Saddam Hussein. Sambært kanningini taka bara 34 prosent undir við, at Bretland skal hjálpa USA, meðan 52 prosent siga nei.
Ein orsøk til bretska ivan er, at eingin veit við vissu, hvør skal loysa Saddam Hussein av, verður hann koyrdur frá. Tað er kanska eisini orsøkin til, at fleiri leiðandi umboð fyri útlagnu iraksku andstøðuna hava verið í USA seinastu dagarnar og tingast við amerikansku stjórnina.