Skjøl, sum eru komin undan kavi, avdúka, at bretar í fleiri førum hava havt eyguni eftir UFO?um, sum kundu verða ein hóttan fyri bretska jørð. Skjølini vísa, at fremmand fyribrigdi hava verið umrødd á hægsta stigi í bretsku stjórnini og í fregnartænastum kring heimin. Hin 4. september í 1967 setti Stórabretland alt ?systemið? uppeftir enda. Fýra løgregludeildir, ein bumbubólkur, herurin og fregnartænastan fóru avstað fyri at verja landið móti einum álopi úr rúmdini.
Telegraph skrivar, at bretska loftverjan varð bumbarderað við tipsum um flúgvandi tallerkar, sum vóru á flogi yvir Suðuronglandi.
Í fleiri tímar var fullur alarmur, men ikki fyrr enn bumbuserfrøðingar lótu upp tann fyrsta ?flúgvandi tallerkin?, gjørdist greitt, at hetta var skemt.
Tá var tað ein bólkur av næmingum, sum lósu verkfrøði, ið gjørdu onkur ?eksperimentir? hetta kvøld.
Stuttligt ella ei.
Hendingin hin 4. september 1967 hevur verið ókend fyri almenninginum til nú.
Skjøl, sum eru komin undan kavi, vísa, at bretar í fleiri førum hava havt eyguni eftir UFO?um, sum kundu vera ein hóttan fyri bretska jørð. Skjølini avdúka, at fremmand fyribrigdi hava verið umrødd á hægsta stigi í bretsku stjórnini og í fregnartænastum kring heimin.
Í 1977 ynskti forsetin í Grenada, Sir Eric Gairy, sum liggur undir bretska samveldinum, at taka upp til viðgerðar í ST UFO-observatiónir, sum hann rópti tað.
- Uppskotið hjá honum varð kortini tikið aftur eftir trýst frá bretsku stjórnini. Kortini helt Sir Eric Gairy fram við arbeiðnum at gera 1978 til eitt ?UFO-ár? í ST, skrivar Telegraph.