Bretland tekur diplomatar úr Iran

Bretland hevur gjørt av at taka sínar diplomatar úr Iran, og sambært tíðindastovunum sita teir fyrstu í floghavnini í Teheran og bíða eftir at sleppa avstað við flogfari til Dubai.

Stjórnin í London hevur tikið avgerðina, eftir at mótmælisfólk lupu á bretska sendistovuøkið í Teheran í gjár. Samstundis vórðu seks starvsfólk á sendistovuni gíslar, til løgreglan fekk tey leys.

-Vit raðfesta trygdina hjá okkara starvsfólki og teirra familjum ovast, sigur uttanríkisráðið í London, og David Cameron, forsætisráðharri, segði í gjár, at iranska stjórnin hevði svikið sína skyldu, tí hon hevur ábyrgdina av trygdini hjá fremmandum diplomatum.

ST og fleiri lond hava fordømt álopið í gjár.