Tað hevur ljóðað, at fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Gordon Brown hevur hug á stjórastarvinum í Altjóða Gjaldoyragrunninum IMD. Men Gordon Brown verður ikki IMF-stjóri, og orsøkin er tann einfalda, at hansara egna land tekur ikki undir við honum sum stjóraevni. Bretsk bløð skriva, at tann borgarliga stjórnin í London er ikki sinnað til at virka fyri, at Brown sleppur í stjórastólin í IMF.
Franski fíggjarmálaráðharrin, Christine Lagarde, hevur fleiri ferðir verið nevnd sum komandi IMF-stjóri. Hon er væl lýdd uttanlands, men hennara trupulleiki er, at ein fransmaður situr í stjórastarvinum nú, og tað er ikki sannlíkt, at Frakland fær tann næsta stjóran eisini.
Ein, sum kann koma upp á tal sum IMF-stjóri, er italiumaðurin Mario Draghi. Hann hevur verið nevndur sum eftirmaður hjá Jacques Trichet sum stjóri í Evropeiska Miðbankanum, men fær hann ikki tað starvið, verður hann helst IMF-stjóri.










