Fríggjadagin var stór mótmælisgonga í London, fleiri enn 500.000 fólk luttóku á mótmælisgonguni, sum var fyri einum umvali hvørt Bretland skal vera í ES ella skal úr.
Sadiq Khan, borgarstjórin í London, vísti á at hetta var eitt serstakt dømi uppá demokrati, og at fólki burdu havt rættindi at velja fyri ella ímóti avtaluni millum Bretland og ES, »tað er einki meira bretskt, enn at lata fólki takað síðstu avgerð«.
Nicola Sturgeon, forsetisráðharri í Skotlandi, sigur at um tað kemur til House of Commons, stuðlar hon fyri stemmurætti til fólki, um tey vilja vera í EU ella ikki.
Hon legði afturat at øll framgongdin hjá Theresa May og hennara fólki til Brexit, hevur verið kaotisk og fólki ikki var tilvita nokk áðrenn fyrsta vali um hvat kundi hent um eingin avtala kom í lag við ES.
»Tann einasti mátin vit kunna smoyggja okkum undan hesum ørskapinum, og vinna okkara framtíð aftur, er um vit fáa fólki til eitt umval«









