Bretska stjórnin fer nú at seta eina nýggja kanning í verk um møguligu avleiðingarnar av at nýta kinesiska tele-risan, Huwaei, sum veitara til bretska 5g infrakervið.
Boðini koma, eftir at USA hevur gjørt av at herða forðingarnar fyri Huawei at virka í USA, sigur BBC, og tað verður National Cyber Security Centre, ið skal vera partur av kanningunum.
Bretska stjórnin hevur higartil staðið ímóti amerikanskum trýsti at vraka Huawei sum 5g veitara, men líkt er til, at nýggju amerikansku herðingarnar hava havt ávirkan á bretsku myndugleikarnar.
Bretland hevði frammanundan loyvt Huawei at hava ein avmarkaðan part av 5g netinum, har Huawei ikki slapp at veita lutir til týðandi partar av netinum, umframt at Huawei slapp ikki at standa fyri fleiri enn 35 prosentum av ytra partinum av netinum.











