Bretland fingið nýggjan verjumálaráðharra

Sky News veit at siga, at avloysarin hjá Ben Wallace sum nýggjur verjumálaráðharri verður Grant Shapps,

Bretski verjumálaráðharrin, Ben Wallace, hevur í brævi biðið forsætisráðharra Bretlands, Rishi Sunak, um at vera loystur úr starvinum.

 

Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga í dag.

 

Sky News endurgevur úr brævinum, har fyrrverandi verjumálaráðharrin rósar stjórnini, verjuni og fregnartænastuni fyri sín stuðul til Ukraina eftir russisku innrásina.

 

Ben Wallace takkar eisini forsætisráðharranum fyri stuðul og vinalag og sigur, at bæði hann og stjórnin framvegis eiga hansara stuðul.

 

Sky News veit at siga, at avloysarin hjá Ben Wallace verður Grant Shapps, sum í dag er ráðharri við ábyrgd fyri orkutryggleika og nullútláti, sum sagt verður. 

 

##med2##

 

 

 

Avloysarin hjá Ben Wallace verður Grant Shapps, sum er maðurin á hesi myndini.