Bretland eigur at fara upp í EFTA

Bretland eigur at taka seg burtur úr Evropasamveldinum og eigur at fara upp í fríhandilsfelagsskapin EFTA ístaðin fyri.

Tað heldur Daniel Hannan, sum er limur í Evropatinginum, har hann umboðar tann konservativa flokkin, sum nú situr við stjórnarvaldinum heima í Bretlandi.

Í einari røðu í Evropatinginum segði Daniel Hannan, at sambært tølum hjá OECD frá 2008 eru londini í EFTA tvær ferðir ríkari enn londini í ES.

Hann helt, at eitt land sum Bretland við 60 milliónum íbúgvum eigur at røkka líka góðum úrsliti uttan fyri ES, sum Sveis við sjey milliónum og Noreg við fýra milliónum hava megnað.

Bretland var við til at stovna EFTA í 1960, men í 1972 valdu bretar at fara upp Felagsmarknaðin, sum seinni bleiv til ES. Nú eru bara fýra lond eftir í EFTA. Tey eru Noreg, Ísland, Sveis og Liktenstein.