Steðgurin millum kappingarnar er stuttur, og tað stendur nógv á sterku monnunum, sum royna seg við brøgdum á gólvinum í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn,
Myndir frá kappingini síggjast HER
Í triðu kappingini ráddi um at vera handasterkur. Luttakararnir skuldu her halda tveimum tunnum, sum hvør vigar 180 kilo. Og so ráddi sjálvandi um at halda sum longst, áðrenn nøkur tunna nart við gólvið.
Her varð roknað við, at danski Nicolai Hansen skuldi vinna, men hann megnaði ikki at knógva Laurence Shahlaei. Sterki bretin var nógv bestur í hesi kappingini, og nú hevur hann lagt seg á odda í samlaðu støðuni.
Grip
Laurence Shahlaei (UK) 39,19 sek
Nicolai Hansen (DK), 33,03
Haftur Bjørnsson (ÍSL) 30,72
Sebastian Davidsson (SVØ), 28,88
Bogi Hammer (FR) 15,84
Ole Martin Hansen (NOR) 11,18
Samlaða støðan
Laurence Shahlaei (UK) 15
Haftur Bjørnsson (ÍSL) 13
Sebastian Davidsson (SVØ), 11
Nicolai Hansen (DK), 9
Bogi Hammer (FR), 8
Ole Martin Hansen (NOR) 5
Hinar kappingarnar
Tyre-Flip
Sebastian Davidsson (SVØ), 28,94 sek
Laurence Shahlaei (UK) 30,26
Ole Martin Hansen (NOR) 31,41
Haftur Bjørnsson (ÍSL) 32,31
Nicolai Hansen (DK), 36,22
Bogi Hammer (FR), 36,50
Truck-pull
Haftur Bjørnsson (ÍSL) 30,5,
Bogi Hammer (FR), 38,03
Laurence Shahlaei (UK) 40,38
Nicolai Hansen (DK), 45,69
Sebastian Davidsson (SVØ), 50,66
Ole Martin Hansen (NOR) 61,47