TB fær í næstum nýggjan spælara úr Bretlandi. Hann eitur Nicholas Ferenc Deverdics og er føddur í 1987 í Newcastle. Millum spælararnar verður hann bara róptur Nicky.
Hann er vinstra beintur og er miðvallari. Hann er í Føroyum og hevur vant við TB. Hann var eisini í Klaksvík, tá KÍ og TB spældu um vikuskiftið.
Sum skilst, so tað bara ein spurningur um at fáa pappírarbeiði upp á pláss, so verður hann ein partur hópinum hjá TB
Mynd: Álvur Christiansen(t.v) og Óli Jóhannesen í dysti um vikuskiftið










