Breti tikin í sambandi við burturflyting

Portugisiska løgreglan hevur tikið ein breta, sum er settur í samband við Madeleine McCann, sum bleiv burturflutt fyri 12 døgum síðani.

-Hann er ósekur. Tað eru fjølmiðlarnir, sum hava tengt hann at burtuflytingini og spunnið eina søgu, sigur Sally Eveleigh við Sky News.

 

Hon er systkinabarn mannin, sum portugisiska løgreglan handtók í gjár. Maðurin, sum er breti, hevur búð í Praisa Da Luz í Portugal, har hann hevur egin hús. Tey eru bara einar 130 metrar frá staðnum, har tann fýra ára Madeleine McCann bleiv burturflutt tann 3. mai. Løgreglan rannsakaði øll húsini, eftir at bretin var tikin, og svimjihylurin uttanfyri bleiv tømdur, sigur Sky News.

 

Tað var ein bretskur tíðindamaður, sum mælti portugisisku løgregluni til at kanna viðurskiftini hjá bretanum. Tíðindamaðurin, sum arbeiðir hjá blaðnum Sunday Mirror, hevði tosað við bretan, og hann helt mannin brúka eitt heldur sjáldsamt orðalag, tá teir tosaðu um ta burturfluttu gentuna. Tí mælti hann løgregluni til at tosa við mannin.

 

Á Sky News eru tey eitt sindur ørkymlað av, at maðurin er tikin, tí sjónvarpsstøðin hevur brúkt hann sum tulk í Portugal, síðani Madeleine McCann hvarv. Harafturat hevur portugisiska løgreglan ofta brúkt hann sum tulk í sambandi við sama mál.

 

Nú er hann sjálvur settur í samband við burturflytingina.